Koppsetingar til Bermuda

Nú tað styttist til fráferðina til oyggjaleikirnar, sum verða á Bermuda í døgunum 12. - 19. juli, er tíð at hugsa um koppseting.

Sambært »De danske lægers vaccinationsservice« verður mælt til, at øll, sum skulu vera á Bermuda millum eina og fýra vikur, eiga at koppseta seg móti Hepatitis A og Difteri-Stívkrampa.

Koppsetingin skal helst vera framd 14 dagar undan fráferð, og tí er neyðugt at kanna sínar koppsetingar komandi dagarnar, og bíleggja tíð hjá lækna, um so er, at tær vanta aðra ella báðar koppsetingarnar.