– Nær er ætlanin, at fólk við kroniskum sjúkum, fólk á sambýlum og ellis- og røktarheimum, verða koppsett fyri koronu?
Tað vil Sirið Stenberg, Løgtingskvinna, hava Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, at greiða frá.
Sum støðan er nú, er avgerð tikin um, at tað verða heilsustarvsfólk, sum verða koppsett fyrst og so verða búfólk á eldrasambýlum, og onnur í vandabólkum, koppsett.
Sirið Stenberg sigur, at mannagongdin undrar hana og tí vil hon hava landsstýrismannin at grundgeva fyri ætlanini, og hon spyr um fakfólk í kommununum, sum varða av eldrarøktini, hava verið við í arbeiðinum at leggja ætlanina fyri, hvussu vit skulu koppsetast.
Hon vil eisini hava at vita, hvat verður gjørt fyri at útvega okkum nokk av koppingarevni – og nær vit yvirhøvur hava nokk av koppingarevni til at koppseta øll, sum skulu koppsetast.
– Í koppingarætlanini verður víst á, at hon byggir á tað, sum WHO tilmælir. Kortini hava tey í okkara grannalondum, gjørt av at koppseta fólk við kroniskum sjúkum fólk og onnur í vandabólkum, samstundis sum heilsustarvsfólkini verða tað, men soleiðis er ikki í Føroyum.
– Tað sær út til, at tað gongur skjótari enn væntað at koppseta í grannalondunum, men kortini verður eisini víst á, at tað er treytað av, hvussu nógv koppingarevni tað ber til at fáa fatur á.
– Nøkur av grannalondunum eru í ES, onnur eru ikki, og tað er ymiskt, hvussu skjótt tað gongur, og hvussu stórar mongdir av koppingarevni, londini fáa fatur á.
– Tí er eisini áhugavert at frætta, hvat føroyskir myndugleikar hava gjørt fyri at útvega nokk av koppingarevni, og nær vit kunnu vænta, at øll, sum vilja koppsetast, eisini verða tað, sigur Sirið Stenberg.