Tað er nú greitt, at ætlanin at koppseta fyri koronu verður seinkað í tríggjar vikur. Danskir myndugleikar siga, at hetta er avleiðingin av, at tey nú hava gjørt av at gevast at brúka koppingarevnið frá Astrazeneca, AZ.
Myndugleikarnir í Føroyum hava greitt frá, at vit fylgja koppingarætlanini í Danmark og tað merkir, at eisini koppingarætlanin í Føroyum verður eisini seinkað í tríggjar vikur.
Illgruni er um, at samband er ímillum, at fólk hava fingið blóðpropp og at tey eru koppsett við koppingarevninum frá AZ. Hinvegin hava tey ikki kunnað staðfest, at tað er nakar aldursbólkur, sum er í serligum vandabólki í hesum sambandi.
Men tey leggja dent á, at sum heild er AZ eitt trygt koppingarevni og fyrimunirnir eru nógv størri enn vansarnir, og hon verður framvegis brúkt í fleiri londum í Evropa. Men av trygdarávum hava tey kortini gjørt av at gevast at brúka koppingarevnið frá AZ.
Søren Brostrøm, stjóri í heilsustýrinum í Danmark, sigur, at tey hava ráð til at gevast at brúka AZ koppingarevnið, tí støðan í Danmark er lutfalsliga góð. Men hevði Danmark verið hart rakt av koronu í løtuni, hevði hann ikki blunka við at brúkt koppingarevnið frá AZ, tí vandin fyri álvarsligum hjáárinum er ómetaliga lítil.
Hann sigur, at mett verður at tað er ein av 40.000, sum er koppsett við AZ, sum fær álvarslig hjáárin av tí. Men leggur kortino dent á, at tað er ein óvissa, so tað kann vera ein av hvørjum 20.000, ella tað kann vera ein av hvørjum 120.000.
Avleiðingin av hesum er, at nú er tað væntandi, at tað verður seinast í juni at tað er liðugt at koppseta øll yvir 50 ár, men sum heild verður koppingarætlanin seinkað í tríggjar vikur.
Tað merkir so aftur, at seinast í juni, hava øll yvir 16 ár fingið tilboð um at verða koppsett og sostatt verður liðugt at koppseta tey fyrst í august, sigur heilsutýrið í Danmark í einum tíðindaskrivi.