Koppaður krani

Stóri kranin hjá Skipasmiðjuni var týsdagin fyri einum óhappi. Undir arbeiði nærhendis gomlu Marinustøðina, sum nú eitur Tjarnargarður, megnaði undirlendið ikki at halda til trýstið frá stóra arbeiðstólinum, sum fyrst smokkaði nakað niður, áðrenn kranin sjálvur koppaði.
- Vit kunnu bara staðfesta, at kranin er koppaður, og tað er einki serligt hjá okkum, sigur Poul Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni.
- Tíbetur hendi ikki nakar skaði, uttan á kranan sjálvan, sjálvandi. Hevði hann koppað móti onkrum húsum ella tað, ið verri er, so kundi talan verið um heilt stóran skaða, so tað var kortini hepni í óhappinum, sigur skipasmiðjustjórin.
Kranin kostaði nýggjur hálva fimtu millión, so tað er einki at ivast í, at kostnaðurin av umvælingini er stórur, men sum Poul helt fyri, so er hann væl tryggjaður.