Um hugt verður eftir ferðafólkatølunum hjá Strandfaraskip Landsins á Syðradalsrutuni sæst týðiligt, at okkurt hendi frá 2014 til 2015, ið gjørdi at munandi fleiri ferðafólk leitaðu sær til Kalsoynna.
Oliver Thomsen, dagligur stjóri í Visit Kalsoy, er ikki í iva um hvat orsøkin er. Á ferðavinnuráðstevnuni sum Ferðavinnufelagið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum fríggjadagin segði hann, at Kalsoyggin altíð hevur verið væl vitjað av ferðafólkum vegna sína vøkru og óspiltu náttúru, men at Kópakonan á Stórakneysi í fjøruni í Mikladali er ein nýggj magnet, ið hevur gjørt at ferðafólk leita sær til Kalsoynna.
Sambært hagtølunum hjá Strandferðsluni vaks talið av ferðandi til Kalsoynna við 27 prosentum í 2015 samanborið við 2014. Talan er um ein vøkstur á 10.267 ferðafólk, og frá mars til september lá vøksturin fyri hvønn mánaða millum 40 og 56 prosent, undantikið í apríl, tá vøksturin einans var 10 prosent.
Visit Kalsoy er eitt felag, ið varð stovnað fyri at hjálpa og menna ferðavinnuna á oynni. Oliver Thomsen greiðir frá, at flestu oyggjafólkini hava spýtt pening í felagið.
- Felagið er skipað sum eitt partafelag, ið hevur eitt virði á 112.000 krónur. 42 persónar hava sett pening í felagið, og tá búgva tað ikki 100 fólk á oynni, segði formaðurin.
Komandi tíðina fer felagið at virka fyri, at betra um umstøðurnar til ferðafólk, ið vitja oynna.
- Bussleiðin má víðkast, so ferðafólk fáa møguleikan at vitja fleiri støð á oynni upp á ein dag, og so er tað ein trupulleiki, at Sam ikki siglir túrin klokkan 10 týs- og hósdagar. Tørvur er eisini á eini café, ið kann vera opin alt árið. Í summar var ein café opin í 47 dagar, og bara teir dagarnar vitjaðu 1500 fólk hana, so har er ein tørvur, segði Oliver Thomsen.