Kópakonan avdúkast beint eftir ólavsøku

Tey hava fyrireikað seg til sanna innrás í Mikladali


Fríggjadagin 1. august, verður sannur hátíðardámur yvir Mikladali.

Í langa tíð hevur verið arbeitt við at reisa eina standmynd av víðagitnu kópakonuni á helluni í Mikladali.

Og nú er líður so mikið væl, at standmyndin verður avdúkað fríggjadagin 1. august.

 

Tey vænta rættiliga fitt av fólki í Mikladali hendan dagin og tískil hava tey lagt eina fjølbroytta skrá fyri allan dagin við gonguferðum, sjónleiki, konsertum, framsýningum føroyskum dansi, røðum og nógv øðrum – og ongum nýtist at ganga svangur heldur.

 

Samstundis verður syrgt fyri ferðasambandi, bæði í og úr Kalsoy og innanoyggja í Kalsoy og tey eru til reiðar at herberga einum 1500 fólkum, um so skuldi verið.

Men tað verður mælt frá at fara í Kalsoy við bili, tí vandi er fyri ferðsluruðuleika og tað verður ikki loyvt at parkera í bygdini.

 

Søgnin um Kópakonuma er serstøk og væl kend og tað sigst at kistan, sum “klæðini” hjá kópakonuni vórðu goymd í, er til skjals í Mikladali.

 

Myndin er av kortal.fo og er av Mikladali. Standmyndin stendur niðri á helluni mitt í myndini, niðast á Bakkavegi.