Konufólk skal venja mannfólk

Eitt lið í næstbestu fronsku deildini hevur sett ein kvinnuligan venjara til komandi kappingarár.

Tað er felagið Clermont Foot í næstbestu fronsku deildini, ið hevur valt at seta 38 ára gomlu Helena Costa sum venjara til komandi kappingarár.

 

Helena Costa verður fyrsta kvinna í Evropa til at venja eitt lið í teimum stóru evropeisku kappingunum.

 

38 ára gamla Helena Costa var í 2005 og lærdi undir José Mourinho í Chelsea. Umframt tað, so hevur hon eisini arbeitt fyri akademi'ið hjá Benfica og Celtic.

 

Seinast hevur Helena Costa verið landsliðsvenjari hjá kvinnum fyri Iran, umframt at hon eisini hevur verið landsliðsvenjari hjá Qatar.

 

 

Áleyparin Remy Dugimont, ið er ein av leikarunum hjá Clermont Foot úttalar til franska blaðið L'Equipe.

 

-      Vit hava fingið at vita at okkara komandi venjari er eitt konufólk. Tað er eitt stórt, stórt yvirraskilsi. Tað vóru fleiri onnur nøvn sett í samband við liðið hjá okkum, men felags fyri øll vóru at tey meira ella minni vóru ókend í venjarayrkinum.

 

-      Tað kemur yvirraskandi á okkum allar og nú fáa vit at síggja hvussu tað gongur. Men tað kemur heilt sikkurt at skapa ein spennandi stemning í felagnum og so er hetta eisini eitt nýbrot í altjóða fótbólti.

 

Clermont Foot liggur á 14 plássið í næstbestu fronsku deildini, ið nevnist Ligue 2.