ES OG FØROYAR
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Tað var Løgmansskrivstovan, sum skipaði fyri ráðstevnuni um ES. Løgtingsmenn úr øllum flokkum vóru til staðar, tá serfrøðingar og fólk við vitan um ES høvdu framløgur um Evropeiska Samveldið.
- Løgtingið og Føroya Landsstýrið eru samd um, at tað er týdningarmikið at fáa eitt kvalifiserað grundarlag til vega, soleiðis at mann hevur møguleika fyri at fara inn í eitt veruligt kjak um Føroyar og tilknýtið hjá Føroyum til ES í framtíðini, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Hangandi fastir
- Vit mugu ásanna, at skulu vit halda fast í eini framhaldandi vælferð í Føroyum, so er tað neyðugt at vit finna okkara pláss í altjóðagerðini. Føroyingar hava í nokkso nógv ár havt ein tendens til at verða hangandi fastir í eini skipan, meðan vit síggja øll onnur lond flyta seg og lata seg meira og meira upp. Vit hava kanska havt hug til beint tað øvugta. Tískil er tað so øgiliga neyðugt, at vit dyrka møguleikarnar. Vit mugu finna útav, hvat tað eru fyri modellir, sum eru skilagóð fyri Føroyar, sigur løgmaður.
Fiskivinnan eymt punkt
- Tá Føroyar í sínari tíð tóku avgerð um, at mann skuldi verða uttanfyri, so var tað orsakað av felags fiskivinnupolitikkinum. Hetta er framvegis eitt eymt punkt, og vit hava hoyrt á ráðstevnuni í dag, at uttan mun til um vit fara inn sum limir gjøgnum Danmark ella sum eitt sjálvstøðugt land, so koma vit undir felags fiskivinnupolitikkin. Tað verður uttan iva øgiliga trupult at fáa nakra serskipan, tá tað snýr seg um fiskivinnuna, men tað eru fleiri aðrir møguleikar fyri samstarvi, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Møguleikar í frælsunum
- Eg havi ikki nakað einfalt svar uppá, hvat vit eiga at gera, men eg føli tað er ein skylda hjá landsstýrinum at fáa eitt hóskandi vitanargrundarlag til vega, soleiðis at vit kunnu taka kjakið upp í Løgtinginum og finna útav, hvat er ein skilagóð leið, tá vit tosa um ES. Í dag hava vit bert eina avtalu við ES, tá tað snýr seg um vørur, meðan hini trý frælsini eru uttanfyri okkara samstarv. Og tað er í teimum frælsunum, at tað liggur eitt veruligt potentiale fyri eitt lítið land at kunna menna seg, sigur Jóannes Eidesgaard.
Stórar avgerðir
- Nú tá búskapurin vendir, so síggja vit, at tað er neyðugt at taka nakrar veruligar, stórar og kontroversiellar avgerðir um framtíðina hjá Føroyum. Hetta skal eisini linkast saman við teirri strategisku ætlanini, sum vit hava fram til 2015, har ES-spurningurin er ein týðandi partur. Nógvir íslendingar eru samdir um, at EBS-avtalan var tann hendingin, sum hevði størst ávirkan á at flyta Ísland frá at vera eitt meira ella minni uppsteðgað vakstrarøkið til at verulig gongd kom á búskapin aftur. Føroyingar hava brúk fyri at fáa relatiónir, soleiðis at vit hava møguleika fyri at geva búskapinum eitt spark, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
MYNDATEKSTUR: - Tað er í frælsunum hjá ES, at tað liggur eitt veruligt potentiale fyri eitt lítið land at kunna menna seg, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í samband við ráðstevnuna um ES
Mynd: Jens Kr. Vang
ES má finna semju við Føroyar, Ísland, og Noreg
Vit eru ein bananrepublikk
Kontroversiellar avgerðir um ES
Ríkisrættarliga støðan má avklárast
EFTA politiskt best møguleika
Tingini kunnu boyggjast
Fiskivinnupolitikkurin má greinast
EBS hevur gagnað Íslandi
EBS og EFTA - Hvat er tað?