Vitjan
Ein stóran part av teirri tíðini, ið Anders Fogh Rasmussen hevur sitið á fólkatingi hevur eisini Óli Breckman sitið á fólkatingi.
?Eg upplivi Anders Fogh Rasmussen sum ein sera ávmáldan persón. Hann sigur ikki tey nógvu óneyðugu orðini, og hann hevur altíð virkað sum um, at hann veit, hvat hann vil, sigur Óli Breckman.
Fyrrverandi fólkatingsmaðurin sigur, at hann altíð hevur kent Anders Fogh Rasmussen sum ein fryntligan og fyrikomandi mann, sum mann altíð kundi venda sær til.
?Hann er ein óalmindeliga kontantur maður. Hann kann eitt nú taka ein beinleiðis tíðindafund, har hann greitt meldar út, hvat hann heldur um ymiskt mál, sigur Óli Breckman.
Fyri Óla Breckman virkar tað oftani sum um, at nýggi forsætisráðharrin er strongdur. Hann metur heldur ikki Anders Fogh vera nakað stórvegis prátingarsaman ella útatvendan, men hann er tó altíð bæði fólkaligur og fryntligur.
Á tí ideologiska økinum og í mun til sínar undangangarar ? bæði forsætismálaráðharran og floksformann ? heldur Óli Breckman Anders Fogh vera øðrvísi.
?Hann virkar nógv meira ektaður enn Poul Nyrup. Hann er harumframt eisin ideolog, og hann er so liberalur, sum hann yvirhøvur sleppur at vera. Í mun til Uffe Elleman
Jensen, er hann nógv meira intensur. Tú hevur eisini kensluna av, at hann altíð veit, hvat hann gongur fyri seg, sigur Òli Breckman at enda.










