Kontainari á flog í Haraldssundi

- Ein lesari hevur sent okkum myndir av einum kontainara, sum fór á flog.

Náttúru kreftirnar, sum hava verið upp á spæl í dag, hava verið øgiligar. 

 

Fyrr í dag skrivaðu vit um bilar, sum fuku runt í Klaksvík. Tekjur eru farnar og á síðuni her síggjast videobrot úr Klaksvík, har tekjur verða skryktar leysar. 

 

Stórir virkisbygningar kring at kalla alt landið hava fingið stóran skaða og hava somuleiðis gjørt skaða á aðrar lutir. Eisini hava mong sethús, neyst, fjós, bátar og annað fingið skaða í illveðrinum. 

 

Her síggjast nakrar myndir úr Haraldssundi, har ein bláur kontainari er farin á flog og alsamt flutti seg tættari at bygdum øki. 

 

Veitst tú okkurt um illveðrið, sum vit ikki vita? So er at senda teldupost til post(at)sosialurin.fo ella senda boð á Facebook síðuni hjá in.fo.