Konservativur valsigur í Kanada

Stephen Harper heldur fram sum forsætisráðharri aftan á valið í gjár Tann konservativi flokkurin hjá Stephen Harper fekk 143 tinglimir á valinum í gjár. Tað eru 16 fleiri enn undan valinum, men kortini ikki nóg mikið til at útvega flokkinum meiriluta.

Til tess krevjast minst 155 tinglimir.

Avbjóðarin til forsætisráðharraembætið, Stephane Dion, hevði eitt vánaligt val. Flokkurin fekk 77 umboð á ting og misti sostatt 18 tinglimir. Tann nýggi demokratiski flokkurin hevði harafturímóti framgongd.