Tann 68 ára gamli Sebastian Piñera verður aftur forseti í Kili eftir at hava vunnið á fyrrverandi sjónvarsvertinum, Alejandro Guillier.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja video frá AFP/RITZAU.
Nýggi forsetin í Kili vann nógvar pengar millum annað við at koma fram við kredittkortinum í Kili í 1980'unum.
Sebastian Piñera tryggjaði sær í gjár annað skeiðið sum forseti í Kili. Tað var eftir at hann vann á mótvalevninum, Alejandro Guiller, á forsetavalinum í suðuramerikanska landinum.
Fakta um Sebastian Piñera:
Aldur: 68 ár.
Føddur í Santiago
Tjóðsakapur: Kili
Útbúgving: Búskaparfrøðingur við Harvard University
Yrkisleið: Frá 1971 til 1990: Professari í búskapi á ymsum kilskum lærdum háskúlum.
Frá 1990 - 1998: Senatorur fyri konservativa flokkin Renovación Nacional (tjóðskaparlig endurnýggjan)
Forseti í Kili frá 2010 til 2014, tá Michelle Bachelet, sum eisini var forseti frá 2006 til 2010, vann á honum.
Vann forsetavalið í gjár. Sebastian Piñera fekk 55 prosent av atkvøðunum.
Tekur við forsetaembætinum í mars.
Sebastian Piñera gjørdist ríkur av at koma við kredittkortinum í Kili í 1980'unu. Hann hevur átt eitt sjónvarpsfelag, partar av flogfelagnum LAN og eitt fótbóltsfelag. Hann seldi tó síni partabrøv, tá hann gjørdist forseti í 2010.
Forbes setti í 2016 Sebastian Piñera sum nummar 688 á listan yvir heimsins ríkastu persónar.
Keldur: BBC, Reuters
/ritzau/










