Nú er greitt, at tann konservativi flokkurin er tann størsti í bretska Parlamentinum, men hann fær kortini ikki meiriluta. Fyri løtu síðani varð kunngjørt, at konservativi flokkurin var komin upp á 290 tinglimir, og at nú eru so fáir eftir at telja upp, at flokkurin kann ikki fáa teir 326 tingsessirnar, sum eru neyðugir fyri at hava meiriluta.
Arbeiðaraflokkurin hevur higartil fingið 247 tingmenn, og liberaldemokratarnir 51.
Politiskir eygleiðarar í London siga, at í veruleikanum hava allir teir stóru flokkarnir tapt valið.