Konsertir við Teiti í desember 2021

Nógv gott er at finna í desember í ár, eitt nú fer Teitur at føra fram í Føroyum fyri fyrstu ferð í fleiri ár. 

Sangarin við stóra fólkatekkinum framførir sangir av nýggju útgávuni Cazador de Ostras, sum varð givin út 3. september, og eisini nakrar av teimum kendu, við bólki.

 

Cazador de Ostras kom út fyrr í ár, og nú fáa vit í Føroyum høvi at uppliva konsertina, sum danir longu hava hoyrt m.a. á útseldum kongaligum leikhúsi.

 

– Útgávan fevnur um nýtt tilfar á føroyskum og enskum. Hon varð innspæld í Føroyum og Argentina, og hetta hevur skapt eina undurfulla ljódliga samanrenning av Føroyum og Latínamerika, siga fyrireikararnir.  

 

Konsertir

 

Norðurlandahúsið

 

Hóskvøld 9/12

 

kl. 20.00

 

Atgongumerki: https://www.nlh.fo/?event=7473/teitur

 

Listastovan í Miðvági

 

Fríggjarkvøld 10/12

 

kl. 20.30

 

Atgongumerki: https://www.atgongumerki.fo/1413028/teitur-lassen?fbclid=IwAR2KC-GdeyljGmSOi18EhcT7g5r49NhjbLtdY7PbKiihcvCHYOOZZepwlFs

 

Tøting

 

Leygarkvøld 11/12

 

kl. 20.30

 

Atgongumerki: https://teitur.atgongumerki.fo/webshop/event/1413908/order/info