Í hesum døgum vitjar Ovin Klein Olsen í Føroyum, í samband við nýggjastu fløgu hansara. Um vikuskiftið verða tríggjar konsertir kring landið - í Vestmanna, Hoyvík og Klaksvík Ovin Klein Olsen fekk fyrr í ár eina spennandi avbjóðing: At gera løg til nakrar sangir hjá Hjørleifi Gaard í Kollafirði og Kjartani Stakksund av Eiði.
Hetta er nú greitt úr hondum, og fløgan ?Valdið er í tínum hondum? er júst útkomin. Í hesum sambandi fer Ovin at hava tríggjar konsertir kring landið, har hann fer at syngja og spæla sangir av fløguni.
Fyrsta konsertin í hesum umfarinum verður í kvøld kl. 20 í Vestmanna kirkju; onnur konsertin í Hoyvíkar kirkju leygarkvøldið kl. 19:30, og seinasta konsertin í Christianskirkjuni sunnudagin kl. 16.
Eftir konsertina verður borðreitt við einum drekkamunni, har fólk fáa høvið at ogna sær fløguna. Hon verður annars at fáa í handlum kring landið í næstu viku.
Allar konsertirnar eru ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu.