Channe Nussbaum hevur við trimum róstum fløguútgávum og einari nýggjari fløguútgávu á gáttini víst seg sum tann fremsti úrmælingurin innan klezmer tónleik í Danmark. Á konsertferðini í Føroyum fer hon at spæla nýggjan fusións fólkatónleik á donskum, har balkan tónleikur, klezmer salsa og danskur vísupoppur ganga upp í eina hægri eind. Harumframt fer hon at spæla vanligan klezmer tónleik á jiddiskum. ´
Kári Sverrisson og Yggdrasil spæla heimstónleik við uppruna í føroyskum fólkatónleiki. Yggdrasil hevur í ár 25 ár á baki, og Kári Sverrisson hevur í fleiri av hesum árunum luttikið á konsertferðum saman við bólkinum kring heimin.
Channe Nussbaum Trio, Kári Sverrisson og Yggdrasil fara at hava tríggjar konsertir saman í Føroyum:
- Hóskvøldið 26. januar, Atlantis, Klaksvík, kl. 19.00.
- Fríggjakvøldið 27. januar, Mentanarhúsið í Fuglafirði, kl. 21.00.
- Leygarkvøldið 28. januar, á Planet Awards á Hotel Föroyum, kl. 21.00-04.00.
FO-DK Konsertferðirnar eru fyriskipaðar av Norðurlandahúsinum, FUT, og donsku feløgunum DJBFA og Dansk Artistforbund. Konsertferðirnar eru stuðlaðar av Atlantic Airways.









