Veðurforsøgnirnar eru so vánaligar, at Summar Festivalurin fer at broyta konsertskránna í dag Steintór Rasmussen, fyriskipari fyri Summar Festivalin, segði við Kringvarpið í døgurðatímanum, at broytingar eru væntandi seinnapartin og í kvøld.
Hann sigur, at fyriskiparnir hava fund nú klokkan 13, og síðani verður kunngjørt hvørjar konsertir verða fluttar og avlýstar.
Allir útlendsku bólkarnir eru komnir til landið, og tí má ein raðfesting gerast, hvør skal sleppa framat, áðrenn veðrið verður verri í kvøld.
Portalurin hevur meira um hetta, so skjótt broytingarnar verða almennar.