Orkestrið er eitt harmoniorkestur mannað við ungum í aldrinum frá 12 til 21 ár. Leiðari hjá orkestrinum er Steven R. Foggin, tónleikalærari. Harumframt hava Eirikur Skála og Joan Joensen, tónleikalærarar hjálpt til við venjingini.
Á ferðini verða hildnar 8 konsertir ymsastaðni í Perth og Fremantle.
Orkestrið hevur vant miðvíst í eitt ár til ferðina, og leygardagin 25. juni var fráfaringarkonsert hildin í aulini í Skúlanum á Giljanesi. At stórt tónleikaligt arbeiðið er lagt í fyrireikingarnar til hesa ferð, fingu áhoyrarnir staðfest á konsertini leygardagin. Ein sera góð konsert við fjøllbroyttari skrá.
At fara eina slíka ferð krevur rættuliga fitt av fyrireikingum, og er ferðin eisini rættuliga kostnaðarmikil. Fleiri tiltøk hava verið hildin fyri at savna pening inn til ferðina.
Ungdómsorkestrið og fyrireikararnir ynskja at takka øllum, sum hava stuðlað orkestrinum bæði peningaliga og á annan hátt.
Musikskúlin í Vágum









