Komandi konsertferðin hjá Britney er býtt upp í tríggjar partar, sum súmbolisera samanbrot hennara og núverandi betranina. Slaturin vil vera við, at poppprinsessan hevur fingið íblástur frá seinastu árinunum í egna lívi sínum fyri at siga søguna um eina falleraðari stjørnu, sum byrjar í einum sirkusi.
Ein kelda frá konsertferðini sigur um hetta við The Sun:
- Í fyrsta partinum sær man eina ólukkuliga stjørnu, ið rýmir fyri at verða partur av einum sirkusi. Hetta avspeglar byrjanina uppá løgna atburð hennara. Næsti partur, sum er í sirkusinum, snýr seg um samanbrot hennara og løgnu gerðirnar, ið fylgdu við hesum. Í show?inum sær man Britney hava tað stuttligt í løgna sirkusheiminum, har hon verður forelskað í einum sirkus-freak?i.
Triðji og seinasti partur leggur dent á frelsuna hjá Britney. Her eydnast tað henni at rýma úr sirkusinum og venda aftur til vinir og familju.
Stóra show?ið hevur frumsýning 3. mars í New Orleans og í juni mánaði ber til at síggja tað heili átta ferðir í 02 Arena í London.