Mikukvøldið 26. mars kl. 19.30 verður konsert við Orthodox Singers & Tarira í Vesturkirkjuni í Havn. Tarira er kamarkór mannað við 20 sangarum, ið flestir hava drúgvar royndir innan kórsang umframt innan tónleik sum heild. Kórið, ið venur í hølum Tórshavnar Musikkskúla, varð sett á stovn á vári í 2002 og hevur síðani byrjanina havt Sunleif Rasmussen sum leiðara.
Hóast lutfalsliga fá ár á baki, hevur Tarira longu sligið navn sítt fast við fleiri framførslum á høgum stigi bæði heima í Føroyum og uttanlands.
Kórið hevði á norðurlandaferð í mars 2005 fleiri sera væl eydnaðar konsertir m.a. í Glyptoteket í Keypmannahavn, í Jomala Kyrka í Mariehamn í Álandi eins og í Stokkhólmi og Göteborg.
Í februar 2006 hevði kórið konsert við renesansutónleiki í Kristskirkju í Reykjavík.
Uppgávur kórsins fevna ógvuliga breitt - frá hátíðarligum framførslum fyri Drottningini og hennara fylgi til meira óvanligar uppgávur t.d. samstarvi við Kristian Blak í sambandi við operaverkið ?Eyðstein og Arnhild?.
17. desember 2006 sang kórið á konsert í Norðurlandahúsinum, sum varð varpað beinleiðisút til meginpartin av Evropa
Skráin hjá Tarira er fjølbroytt, men í høvuðsheitum hava tey lagt seg eftir at syngja tónleik frá renesansuni, eins og nútíðartónleikurin eisini er raðfestur frammarlaga. Kórið hevur í hesum sambandi biðið um nýggj verk frá føroyskum tónaskaldum m.a. Kára Bæk og Pauli í Sandagerði.











