Konsert við myndasýning

Nýggj framførsla av »Kvartett til tíðarinnan enda« spælir saman við átta málningum, sum Frits Johannesen hevur málað til klassiska høvuðsverkið



Í kvøld og leygardagin skipar Konsertfelagið fyri tveimum konsertum við einum heilt serstøkum verki, sum Frits Johannessen, listamálari úr Fuglafirði, í hesum døgum málar átta stórar oljumálningar til. Málningarnir verða sýndir fram saman við tónleikinum. 


Hugskot kom av sær sjálvum

Ein dagin fyri nøkrum árum síðan fullu Frits Johannessen og klaverleikarin Jóhannes Andreasen í prát um ta gitnu “Kvartettina til tíðarinnar enda”, sum franska tónaskaldið Olivier Messiaen skrivaði í týskari fangalegu undir seinna krígnum. Verkið er eitt av høvuðsverkunum innan klassiskan tónleik í 20. øld, og sum teir prátaðu, kom hugskotið heilt av sær sjálvum at sameina henda tónleikin við myndir.

Tónleikurin er fyri violin, klarinett, sello og klaver, og tað verða framúr dugnaligir tónleikarar, ið fara at framføra hann. Amerikanski klarinettleikarin Lee Morgan er soloklarinett-leikari í Kongaliga Kapellinum í Keypmannhavn, pólski selloleikarin Andrzej Bauer er víðagitin solistur og undirvísir á konservatoriinum í Warshava, violinleikarin Øssur Bæk virkar burturav sum sololeikari, og klaverleikarin Jóhannes Andreasen undirvísir í føroysku musikkskúlaskipanini og hevur drúgvar royndir frá altjóða virksemi.


Konsertirnar við myndasýning verða tann 22. januar kl.20.00 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og tann 24. januar kl.15.30 í Norðurlandahúsinum. Konsertin varir umleið ein tíma.