Konsert við MonkeyRat og Jeppe Just Christensen

WUNDERGRUND MUSIC FESTIVAL bjóðar spoken funk í samlag við klassiskt tónaskald Føroyski tónleikarin Arnold Ludvig (bass) og Italsk/Kanadiska spokenword listarkvinnan Anna Iachino (orð/rødd) hava saman skapað eitt lyriskt rap univers, sum kallast MonkeyRat. Tey hava leikað í næstan í hvørjum króki á tí alternativa umhvørvinum í Danmark, frá Christiania til Nakkefestival. MonkeyRat er, umframt Arnold Ludvig og Annu Iachino, fullmannað við framúrskaradi svensk/polska trummusláaranum Johan Kolsut.

MonkeyRat eru í samlag við danska tónaskaldinum Jeppe Just Christensen (farteldu o. a.), útbúgvin sum tónaskald við Det Kgl. Danske Musikkonservatorium, og sum fleiri ferðir fyrr hevur tikið áhoyrararnar á bóli við til dømis at brúka kaffi-maskinur, slide gittarar og industrimaskinur sum ljóðføri í duel við klassiskum ljóðførum.

www.myspace.com/monkeyratmusic

www.wundergrund.dk

 

Leygarkvøldið 1. novembur 2008 kl. 21:00

RÅHUSET

Halmtorvet 13 D,

Onkel Dannys Plads,

København V