Konsert við klaver og cello

Í døgunum 15. til 22. oktober skipar Konsertfelagið fyri konsertum við tónleikarunum Kim Bach Dinitzen og Elisabeth Westenholz. Tey bæði spæla sello og klaver og tey fara at hava konsertir ymsa staðni í Føroyum. Skráin eru verk av tónaskaldinum Ludwig van Beethoven, sum livdi í árunum 1770 ? 1827. Beethoven hevur skrivað fleiri verk fyri sello og klaver. Best kendar eru tær fimm sellosonaturnar, sum verða høvuðsverkini í konsertskránni hjá hesum tónleikarum á konsertferð teirra í Føroyum.

 

Kim Bach Dinitzen (f. 1963) hevur útbúgving fra Kgl. Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn har lærari hansara var Erling Bløndahl Bengtson. Han debuteraði í 1986, og hevur síðan tá verið solistur við næstan øllum donskum orkestrum og hevur fingið fleiri virðislønir. Millum annað Jacob Gades Legat og Victor Borge Prisen.

 

Elisabeth Westenholz (f. 1942) er væl kend í Føroyum við tað, at hon fleiri ferðir hevur verið her og spælt konsertir. Elisabeth er útbúgvin bæði sum urguleikari og pianistur, men tað er sum klaverleikari hon hevur gjørt tey størstu avrikini. Bæði sum solistur og sum kamartónleikari hevur hon útynt tað heilt óvanliga. Við hennara spæli gevur hon ikki bert teknisk eina fulkomna framførslu, men eisini eina djúpfølda tulking av tí tónleiki, hon framførir.

 

Á føroyaferðini fara tey bæði at spæla verk fyri cello og klaver av Beethoven.

 

Konsertir verða í Havn, Trongisvági, Vági, Klaksvík og Runavík. Skúlakonsertir verða í Hvalba og á Giljanesi.