Konsert við Danny and the Veetos avlýst

Føroya størsti tónleikabólkur í løtuni, Danny and the Veetos, hava nógv at gera fyri tíðina.

 

M.a. fingu teir pláss á størsta pallið á Summar Festivalinum í ár.

 

Teir hava eisini útgivið sangir á enskum nú, ið ber boð um, at teir ætla sær víðari enn bara at verða í Føroyum.

 

Teir skuldu hava eina konsert í Reinsarínum fríggjakvøldið, men hon er nú avlýst vegna sjúku.

 

Reinsaríið upplýsir, at tey, ið hava keypt atgongumerki fáa peningin afturgoldnan á konto.