Konsert í Vestmanna Kirkju í kvøld

Vár- og summarkonsert verður í Vestmanna Kirkju í kvøld.

Í kvøld, mánakvøldið 15. mai kl. 19.30, fer Vestmanna Sangkór at hava 
árligu vár- og summarkonsertina í Vestmanna Kirkju.
Á skránni verður litfagurt blómutyssi av okkara vakrastu føroysku vár- og summarsangum, uppií 
nakrir svenskir, íslendskir og onkur á látíni.

Kórleiðari er Benjamin Gaasedal.

Áðrenn konsertina í Vestmanna Kirkju fer Vestmanna Sangkór inn á heimið á Grønanesi at syngja 
nakrar sangir fyri búfólkum og starvsfólki har.