Konsert flaggdagin

Klokkan 19 flaggdagin hava Havnar Hornorkestur og samanlagda orkestrið úr Sørvági og Vestmanna konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Konsertin er liður í fyrireikingunum hjá Havnar Hornorkestri, summ í næstum fer til kapping í Glasgow,og verður skráin á konsertini tann sama, sum hon verður til kappingina í Skotlandi.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at konsertin í Sjónleikarhúsinum byrjar klokkan 19, og at hildið verður í á leið ein tíma.