Kongur og Stoltenberg vitja føroyska básin á ONS

Føroysku luttakararnir á oljuframsýningini ONS í Stavanger seinni í hesum mánaðinum fara neyvan at hava nakran trupulleika við at draga áhuga aftrat sær, nú eingin minni enn sjálvur tann norski kongurin, norski forsætisráðharrin og norski oljumálaráðharrin fara at støkka inn á gólvið og harvið gera eitt slag av marknaðarføringsarbeiði fyri føroysku luttøkuni.

Og luttøkan hesaferð verður eisini merkt av, at bert fáar dagar undan framsýningini, er vorðið almannakunngjørt, at fyrstu loyvini at leita eftir olju og gassi við Føroyar eru latin oljufeløgum.

Ætlanin hevur annars verið at lata loyvini í september, men tað hevur gingið betur enn væntað við arbeiðinum, og tí hevur dentur verið lagdur á at fáa kunngjørt loyvini, áðrenn føroysku luttøkuna á ONS. Tað merkir so, at størri áhugi verður hjá útlendskum ídnaðarfyritøkum at taka upp samband og samstarv við føroyskar fyritøkur, ið ætla at vera við at veita vørur og tænastur í sambandi við komandi leiting.

Umframt tær meira enn 20 føroysku fyritøkurnar, sum verða við á ONS, fara eisini umboð fyri Oljumálastýrið at luttaka, m.a. Eyðun Elttør, landsstýrismaður og Herálvur Joensen, stjóri. Tað er Menningarstovan, sum stílar fyri føroysku luttøkuni. Eftir ynski frá bretum er fundur eisini avtalaður millum Eyðun Elttør og bretska oljumálaráðharran. Elttør fer eisini at fáa høvi at hitta sín norska starvsbróður.