Í dag var Fríðrikur 10. útnevndur kongur í Danmark, og tá ið hann helt stutta røðu fyri fólkinum, segði hann, at hann fekk brúk fyri stuðli.
– Eg taki hesa ábyrgd á meg við virðing, stoltleika og stórari gleði. Eg fari at gera mær ómak við mínum gerningi. Eg fái brúk fyri øllum tí stuðli, sum eg kann fáa frá mínari elskaðu konu, frá familjuni, frá tykkum og frá tí, sum er størri enn vit, segði kongurin.
– Eg gangi framtíðini í møti við vissuni um, at eg eri ikki einsamallur, segði hann.
Slagorðið hjá Fríðriki 10. er »Forbudne, forpligtet – for kongeriget Danmark«. Harvið brúkti hann ikki orðið »Gud« í sínum slagorði, sum flestu regentar undan honum hava gjørt.