Julian Johnsson skal finna sær nýtt felag.
Hetta hevur hann fingið at vita frá leiðsluni í Kongsvinger, og síðani boðini vóru givin føroyska landsliðsspælaranum hevur telefonin hjá honum gløtt.
Fjølmiðlar, feløg og viðhaldsfólk hava kimað Julian niður, og longu nú hava feløg í fimm londum víst honum áhuga.
Fyrst eru tað fýra norsk 1. deildarfeløg, sum hava havt fyrispurning til Julian, íslendsku meistararnir ÍBV, har Allan Mørkøre spælir, hevur ligið fram við, og bæði í Svøríki og Danmark er áhugi. Harafturat hevur Julian fingið ein fyrispurning úr Føroyum, men hann vil ikki siga, hvat felag talan er um.
? Eg havi sáttmála til oktober næsta ár, so eg havi góða tíð at finna mær eitt nýtt felag. Eg taki tað eisini heilt róligt, og eg ætli mær at brúka ta tíð sum skal til, fyri at finna eitt gott felag, sigur Julian Johnsson.
Orsøkin til, at Julian nú skal skifta felag er, at Kongsvinger hevur staðið sera væl serstakliga illa í kappingini í ár, og ítróttarligu avrikini hava ávirkan á fíggjarligu treytirnar hjá felagnum.
Fimm spælarar hava fingið at vita, at teir skulu leigast út ella seljast sum skjótast.
HB og B36 avsannað
? Eg havi fingið góða viðferð frá leiðsluni í Kongsvinger, men eg havi havt eitt vánaligt forhold til venjaran. Tað er eisini hann, sum hevur sett nøvn á spælararnar, sum skulu seljast, sigur Julian Johnsson.
? Eg havi ikki fingið nógva spælitíð í ár, og tí eri eg millum teir, sum skal seljast.
Julian hevur sáttmála við Kongsvinger sum ikki kann sigast upp, tí hevur hann kravt endurgjald fyri at rýma úr felagnum ella at sleppa uttan at Kongsvinger skal hava pengar fyri hann. Leiðslan í felagnum hevur játtað honum tað seinna, og tað merkir at nýggja felagið hjá Julian ikki skal gjalda Kongsvinger pengar fyri føroyska spælaran.
? Tað kann ganga ein mánaði ella tveir, áðrenn eg avgeri, hvar eg fari at spæla. Eg vil finna eitt gott felag, og eg meti tað vera ósannlíkt, at eg komi heim til Føroya at spæla.
? Eg havi ambitiónir um at halda fram sum yrkisspælari, og út frá fyrstu samrøðunum, eg havi havt, er møguleiki fyri at fáa enn betri sáttmála enn hann, sum eg havi við Kongsvinger nú, sigur Julian Johnsson.
Men hóast mongu útlendsku tilboðini er føroyska landskappingin ikki heilt avskrivað enn, tí tá Julian Johnsson kemur heim til landsdystin fríggjadagin, verður helst fundur við føroyska felagið, sum hevur áhuga í honum.
Gomlu feløgini hjá Julian, HB og B36, avsannað bæði, at tey hava havt nakran fyrispurning til Julian ,ella at tey skulu hava fund við hann í vikuskiftinum.