Kongsvinger tapti 8-2

Fótbóltur: Liðið hjá Julian Johnsson fekk oyruni í Rosenborg-maskinuna mikukvøldið og tapti 8-2 á heimavølli. Julian hevur sitið á bonkinum, síðani Kongsvinger skifti venjara, men spældi allan dystin mikukvøldið og var sambært norsku bløðunum »millum teir frægastu« á Kongsvinger-liðnum

Tað gongur einki serligt hjá norska felagnum Kongsvinger, har Julian Johnsson spælir.

Teir liggja bert eitt pláss frá niðurflytingarstrikuni, og hýrurin í hópinum er heldur ikki alt ov góður í løtuni.

Ein av orsøkunum til hetta er, at Kongsvinger mikukvøldið spældi útsetta heimadystin móti stórliðnum Rosenborg úr Tróndheimi og tapti 2-8!

Julian Johnsson hevur sitið á bonkinum, síðani Kongsvinger skifti venjara fyri nøkrum vikum síðani, men mikukvøldið var hann við aftur, tí maðurin, sum hevur spælt á hansara plássi, bleiv skaddur undir venjing fyrr í vikuni.

Tað byrjaði annars væl hjá Kongsvinger, sum kom á odda 1-0. Tann støðan helt sær, til 20 minuttir vóru spældir. So kom Rosenborg upp á javnleik, og í hálvleikinum førdi norska meistaraliðið úr Tróndheimi 3-1.

Í seinna hálvleiki trýsti Kongsvinger fyri at minka um munin, og tað mundi eisini eydnast, men so kom Rosenborg upp á 4-1, og so var liðugt. Móti endanum skramblaði alt saman, og endaliga úrslitið gjørdist 8-2.

? Tað er eingin ivi í, at eg í løtuni upplivi mín størsta ítróttarliga mótgang, síðani eg byrjaði at spæla fótbólt, sigur Julian Johnsson, sum gjørdist føroyameistari við B36 í fjør, áðrenn hann fór til Noregs, og sum eisini hevur vunnið nógv við yngru liðunum hjá HB.

? Men tað lærir ein jú eisini av, og eg kenni meg framvegis sum ein betri fótbóltsspælara fyri hvørja viku, sum gongur.

Tá ein tapir 8-2, er lítið at vera nøgdur um, og tað hjálpir heldur ikki nógv, at fleiri av bløðunum mikukvøldið mettu Julian sum ein av teimum frægastu á einum annars illa spælandi Kongsvinger-liði.


Drillo kemur á vitjan

Komandi sunnudag hevur Kongsvinger aftur heimadyst, hesaferð móti Oslo-liðnum Vålerenga, sum hevur fyrrverandi norska landsliðsvenjaran Egil »Drillo« Olsen sum venjara. Trýstið á Vålerenga er eisini stórt, tí undan kappingini vórðu teir mettir sum eitt av oddaliðunum, men í løtuni liggja teir niðanfyri Kongsvinger og sostatt í enn størri niðurflytingarvanda.

? Tann dysturin skal bara vinnast, annars sær tað rættiliga svart út hjá okkum, sigur Julian Johnsson, sum roknar við, at tann dysturin verður sera harður.

? Teir skulu jú eisini bjarga sær, so har stendur nógv upp á spæl hjá báðum liðunum, og teirra áskoðarar eru eisini víðagitnir um alt Noreg, sigur føroyski landsliðsmiðvallarin og sipar til, at teir kunnu vera í so ógvusligir til tíðir. Vålerenga-áskoðararnir sleppa heldur ikki at halda til á hotellinum, sum fótbóltsáskoðarar vanliga búgva á í Kongsvinger ? teir skulu búgva onkra aðrastaðni.

Tá Kongsvinger fyrr í kappingini spældi úti móti Vålerenga, vunnu Julian og teir 3-2, og ta ferðina varð Julian fyri higartil einastu ferð tikin út til »Ukens lag« hjá blaðnum VG.

Móti Rosenborg var einki at gera hjá Kongsvinger, eftir at norsku meistararnir seinastu mongu árini vóru komnir upp á 4-1. Kongsvinger skoraði aftur, tá støðan var 1-5, og Julian Johnsson legði upp til tað málið. Sigurd Rushfeldt skeyt fýra av málunum, og Kongsvinger-verjan hevði stórar trupulleikar av Jahn Ivar »Mini« Jakobsen. Hesir eru norskir landsliðsspælarar, og tað er helvtin av Rosenborg-liðnum, so tað var ikki hvør sum helst, Kongsvinger spældi ímóti mikukvøldið.

Kongsvinger er framvegis nummar 11 av 14 liðum. Nummar 13 og 14 flyta beinleiðis niður, meðan nummar 12 skal spæla um upp- og niðurflyting móti einum 2. deildarliði.

Frá 11. plássinum eru í løtuni bert seks stig upp til 6. plássið, so tað er rættiliga javnt, og við einum sigri á Vålerenga sunnudagin stendur aftur rímiliga væl til hjá Kongsvinger.


Framtíðin ógreið

Sjálvur veit Julian Johnsson ikki hvat hendir, um Kongsvinger flytir niður.

? Framtíðin er eitt sindur ógreið beint nú. Eg havi bundið meg til Kongsvinger í trý ár. Sjálvandi er tað ikki ein heppin støða fyri meg, um vit flyta niður, men eg havi ikki so góðan hug at taka støðu til tað, fyrr enn tað verður aktuelt ? um tað verður tað, sigur føroyski landsliðsspælarin, sum mikukvøldið eisini slapp at uppliva, at heimaáskoðararnir »buh-aðu« eftir sínum egna liði.

Sunnudagin spælir Kongsvinger sum sagt á heimavølli móti Vålerenga, og sunnudagin eftir tað spæla teir á útivølli ? móti Rosenborg.