Kongshúsið syrgir í ein mánað

Kongsfamiljan fer at vera í myrkum klæðum til almenn tiltøk næsta mánaðin

Kongsfamiljan fer at vera í myrkum klæðum til almenn tiltøk næsta mánaðin.

 

Konshúsið hevur hevur tikið avgerð um hóvsorg og til og við mikudagin 14. mars eftir deyða Heindriks í gjár, skrivar kongshúsið í tíðindaskrivi.

 

– Í syrgitíðarskeiðnum luttaka Hennara Hátign drotningin og kongaliga familja eins og hóvi ikki í vertsligum ella undirhaldandi tiltøkum.

 

– Undir hóvsorgini verða tey kongaligu í myrkum klæðum, tá tey síggjast alment. Starvsfólk í uniformi bera syrgiband á vinstar armi, skrivar kongshúsið.

 

Hóvsorg er heitið á einum styttri ella longri syrgitíðarskeiði við hóvi í sambandi við deyða í kongaligu familjuni. Longdina á syrgitíðini setir drotningin.

 

Seinast hóvsorg varð lýst var, tá Ingrid drotning doyði 7. november í 2000.

 

Í tíðindaskrivinum frá kongshúsinum framgongur eisini, at almenningurin fær møguleika at kondolera.

 

Frá týsdegnum og eina viku fram fara kondolansulistar at liggja í Det Gule Palæ í Keypmannahavn. Har ber til at skriva samkenslu frá klokkan 9 til 17.

 

Heindrikur Prinsur doyði stillisliga klokkan 23:18 í gjárkvøldið á Fredensborg Slot í Norðursælandi. Hann gjørdist 83 ára gamal. Við lið hansara var Margreta drotning og synir teirra, Fríðrikur krúnprinsur og Joakim prinsur.

 

/ritzau/