Kongshavn landar átta skip

Fýra skip landaðu mánadagin. Síðan hevur verið turt gólv á landingarmiðstøðini Kongshavn, men í morgin koma aftur fýra skip inn at landa. Mánadagin landaðu fýra skip í Saltangará.

Ísfiskatrolararnir Jaspis og Ametyst, sum landaðu upsa, vóru knappliga fullir og høvdu umleið 240.000 pund tilsamans.

Polarhav og Stjørnan, sum eru á gulllaksaveiði, vóru eisini fullir og høvdu umleið 490.000 pund.

Í morgin fara eisini fýra ísfiskatrolarar at landa í Saltangará.

Rókur og Lerkur hava umleið 250.000 pund og Heykur og Falkur, sum hava roynt ein dag minni enn Rókur og Lerkur, hava umleið 300.000 pund tilsamans.

Á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará siga tey, at túrarnir hjá upsaskipunum í løtuni liggja um einar 10-12 dagar.