Kongshavn lívd og verja

Hvussu gamalt navnið Kongshavn er, og hvør uppruni tess er, er ikki heilt greitt. Navnið finst tó í skjølum longu frá 1650, har sagt verður, at Kongshavn er frá syðra parti av Skálafjørðinum. Tað er Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri í Nes kommunu, sum hevur skrivað hesa greinina. Hann er eisini formaður í Kongshavnar havnastýri

TOFTIR

Siglir tú inn eftir Skálafjørðinum og ert komin inn um Garðsenda á Toftum og Raktanga á Strondum, so ert tú komin í Kongshavn.
”Den længste fjord og samtidig tryggeste ankerplads.....” skíra fróðarrit Skálafjørðin. Tað er tí heldur ikki so løgið, at Skálafjørðurin hevur verið skipum lívd og verja síðan Tróndar dagar, sum vit lesa um í kvæðnum, ”Gøtuskeggjar”.
Hin 18. oktober í 1913 kemur í gildi lóg um Kongshavn (Skálafjørðin) sum skipahavn. Sambært hesi lóg skuldu kommunurnar fram við Skálafjørðinum velja eina nevnd at hava ábyrgd av havnaviðurskiftunum. Henda nevnd fer til verka hin 7. februar í 1914, og verður hesin dagurin roknaður sum stovningardagur fyri Kongshavnar Havnastýri.

Gott samstarv
Síðan stovnanina hava kommunurnar við Skálafjørðin havt eitt tætt og gott samstarv um havnaviðurskiftini við Skálafjørðin, so skip og bátar kunnu fáa eina so góða tænastu sum møguligt. Avlopið av inntøkunum frá havnagjaldinum verður býtt í mun til strandarlongdina hjá kommununum. Býtið er: Nes 14%, Runavík 48%, Sjóvar 23%, Eystur 15%.
Núsitandi nevnd fyri Kongshavn (Skálafjørðin), sum varð vald í mars í 2009, hevur miðvíst verið við í arbeiðnum at marknaðarføra Skálafjørðin, har vit hava sett okkum sum mál at fáa fleiri størri ferðamannaskip at vitja á fjørðinum. Tess størri ferðslan er, jú fleiri inntøkur til Skálafjørðin. Vit halda, at okkara fjørður og okkara oyggj eisini hevur nógv at bjóða ferðafólkum. Ferðavinnan og aðrar vinnur kunnu eisini fáa væl burturúr, um rætt verður farið fram.
Nevndin hevur seinastu tvey árini eisini arbeitt við at fáa til vega ein loðs- og bjargingarbát, sum eisini kundi verið tøkur, tá ræður um oljudálking. Vit hava fleiri ferðir søkt landsstýrið um stuðul til bátaverkætlanina fyri at náa hesum máli sum skjótast, men tað hevur tíverri ikki givið nakað úrslit enn. Vit kunnu bara staðfesta, at so hvørt sum ferðslan inn og út av Skálafjørðinum eins væl og á Tangafirði veksur, verður alneyðugt við eini skipaðari tilbúgving í hesum sambandi. Vit arbeiða víðari við málinum og vóna at finna ein hóskandi loysn um ikki alt ov langa tíð.

Olshana ræðandi
Tað undrar okkum, at tað ikki er tvungin loðskylda í Føroyum. Hetta skal skiljast soleiðis, at í dag kunnu fremmand skip koma til Føroya uttan nakað krav um at fáa sær loðs. Tíbetur er tað tó so, at tey flestu biðja um loðs, so tað í flestu førum verður loyst uttan trupulleikar. Men søgan um russiska trolaran, sum uttan loðs sigldi á Flesjarnar í 2007, er ræðandi, og tað er ófatiligt, at yvirkipaði myndugleikin, sum er landsstýrið, ikki enn hevur fingið skipaði viðurskifti í hesum sambandi.
Landsstýrið eigur tó at fáa rós fyri, at nú er komin hóskandi lóg og reglugerðir fyri oljubunkring. Óhapp kunnu altíð henda, men líkasæla fyri umhvørvinum kann ikki góðtakast!

Vælkomin á stevnu
Leygardagin hin 7. mai verður árligi bátafestivalurin á Toftum. Vit gleða okkum at síggja eitt stórt fylgi av skipum og bátum sigla eftir Skálafjørðinum og leggja til bryggju á Toftum seinnapartin hendan dagin. Øll skulu verða hjartaliga vælkomin. Vælkomin á Skálafjørðin – og vælkomin til Toftir!