Kongshavn 7.000 tons minni í ár

Fram til endan av juli mánaða í ár hevur landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará landað heili 7.000 tons minni enn somu tíð í fjør

FISKIVINNA

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár landaði landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará tilsamans 19.600 tons av fiski. Av hesum vóru 14.400 tons upsi og 5.100 tons gulllaksur.
Hyggja vit eftir, hvussu undanfarin ár hava hildnast, síggja vit, at tað serliga er árið 2009, sum skarar fram úr í nøgd.
Fyrstu sjey mánaðirnar í 2009 landaði Kongshavn 26.600 tons, sum eru heili 7.000 tons fleiri enn um somu tíð í ár.
Í 2008 og 2007 vóru samlaðu nøgdirnar ávikavist 21.900 og 16.500 tons.
Seinastu mánaðirnar hevur upsaveiðan roynst vánalig, og hetta er høvuðsorsøkin til minkandi landingarnøgdirnar, umframt tað, at minni av gulllaksi er komin upp á land í ár.

Líkist 2008
Landingarmiðstøðin Kongshavn hevur fram til endan av juli mánaða í ár landað tilsamans 5.100 tons av gulllaksi, men somu tíð í fjør var nøgdin 7.900 tons – og somu tíð í 2008 og 2007 vóru nøgdirnar av gulllaksi ávikavist 6.000 og 4.700 tons.
Gulllaksaveiðan hevur sum heild verið rímiliga góð í vertíðini í ár.
Ein orsøkin til, at landingarnøgdirnar við endan av juli mánaða í ár vóru væl minni enn í fjør, er, at Eysturbúgvin, sum hevur partrolað saman við Vesturbúgvanum og plagar at landa gulllaksin í Saltangará, breyt motorin tíðliga í vertíðini í ár.
Í hansara stað saman við Vesturbúgvanum hevur verið djúpvatnstrolarin Steintór, sum er heimahoyrandi í Hvalba, og hann hevur lagt veiðina upp á Toftum – og ikki í Saltangará.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn siga tey, at sjálvandi høvdu nøgdirnar av gulllaksi í ár ikki verið so stórar sum í 2009, hóast Eysturbúgvin hevði verið í vinnu alla vertíðina, men hesar høvdu í øllum førum líkst teimum í 2008.

Triði túrur
Tá motorurin á Eysturbúgvanum brotnaði í mai mánaða í ár, væntaði skiparin, Jóan Petur í Soylu, at øll gulllaksavertíðin, sum tá júst var byrjað, fór at rúka.
Men tað gjørdi hon ikki kortini.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eru nú á triðja túri, síðan skipið fekk nýggjan motor, og um middagsleitið í morgin landar Eysturbúgvin aftur í Saltangará, samstundis sum Vesturbúgvin helst landar til Faroe Pelagic í Kollafirði.