Millum nýggju partafeløgini, sum eru sett á stovn í Føroyum seinastu tíðina, er smápartafelagið Kubilai Khan.
Sambært yvirlitinum hjá Business-Line, er tað er útgerðarmaðurin André Gregory Wan, sum er stovnari av reiðarínum, hvørs endamál er at reka skipavinnu og annað í hesum sambandi.
André Gregory Wan er búsettur í Bruxelles. Saman við honum í nevndini situr Alain Wan, sum er búsitandi í Kinshasa í Demokratiska Lýðveldinum Kongo.
Stjóri í felagnum er Franck Kanyinda Tshibangu, sum eisini er búsitandi í Kinshasa.
André Gregory Wan er ikki ókendur í føroysku partafelagsskránni. Hann er stjóri í felagnum All Oceans Logistics, sum er reiðarí hjá handilsskipinum El Nino, sum er skrásett í FAS. El Nino siglir í vesturafrika, í høvuðsheitum millum Demokratiska Lýðveldið Kongo og Namibia. Stovnari av All Oceans Logistics er Alain Wan.