»Kongens nei« fær met nógv fólk í biograf

Nýggi norski Oscartilnevndi filmurin KONGENS NEI hevur fingið so nógv fólk at ganga í biograf í Noregi, at vit skulu heilt aftur til 1983 at finna eins høg tøl, sigur Filmsfelagið, sum hóskvøldið 2. februar fer at vísa søguliga kongafilmin.

 

Sama dag verður sjáldsama vælumtókti norski filmurin frumsýndur í donskum biografum.

 

Tað er Jesper Christensen, sum var sorinskrivarin í BARBARU hjá Nils Malmros, ið hevur høvuðsleiklutin sum Haakon VII kongur av Noregi, ið segði nei við nazistarnar í 1940.

 

Evard Heen, sum er ættaður úr Noregi, fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum. Sýningin er hóskvøldið 2. februar kl 20:00.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja trailara úr filminum.