Kongaskipið Dannebrog liggur framvegis við maskinskaða í Frederikshavn í Danmark.
Tað skrivar Ritzau.
Um vikuskiftið setti Dannebrog kós ímóti Føroyum, men skipið fekk maskinskaða á leiðini. Báðir motorarnir á skipinum steðgaðu, og Dannebrog mátti sleipast til Frederikshavn av fregattini Iver Huitfeldt.
Ferðin hjá Dannebrog til Føroya skuldi ætlandi taka fýra dagar, og í gjár segði løgmaður við FM1, at Dannebrog verður ikki við, tá ið drotningavitjanin byrjar í Havn hósmorgunin.
Enn er óvist, um Dannebrog kemur til Føroya í hesum umfari. Skipið liggur í Frederikshavn, og sambært Ritzau hevur Kongshúsið onga viðmerking um skipið í løtuni. Sagt verður tó, at ein fráboðan kemur seinni í dag.
Drotningin plagar at búgva umborð á Danneborg, tá ið hon vitjar í Føroyum, og skipið verður eisini brúkt at sigla við millum oyggjarnar í sambandi við almennu vitjaninar.










