Joachim prinsur og unnusta hansara Marie Cavallier hava trúlovað seg. Fyrrapartin kunngjørdi danska hovskrivstovan, at 38 ára gamli Joachim prinsur hevur trúlovað seg við unnustu sínari, fronsku Marie Cavallier, sum er 31 ár.
Brúdleyp verður sostatt í danska kongshúsinum á vári í 2008.
Tá tey eru gift, fær Marie Cavallier heitið Hennara Kongliga Hátign Marie Prinsessa, og verður frúa á Schackenborg í Suður Jútlandi.
Komandi prinsessan varð borin í heim París, men flutti við mammuni til Sveis, tá foreldrini fóru hvør til sítt.
Hon er útbúgvin innan handil og marknaðarføring á hægri lærustovnum í Boston og New York, og er í dag medeigari í íløgufyritøkuni hjá fosturpápanum, Christian Grassiot.
Í sambandi við hjúnarlagi fer Marie Cavallier, sum er franskur ríkisborgari og katolikkur, at søkja um limaskap í fólkakirkjuni og um danskan ríkisborgarrætt.