Kongaligir hoflevarandørar á fløgu

Falling in love eitur fyrsta fløgan hjá ungu punkarunum í Paradox. Bólkurin hevur verið millum virknastu bólkar seinasta árið. Konsertirnar hava verið sera nógvar, og allastaðni hava teir spælt sannførandi. M.a. spældu teir fyri Krúnprinsaparinum í Tórsgøtu, tá tey vitjaðu í Føroyum.

Tann fangandi glaði punkurin hjá bólkinum, er eitt sindur í tráð við tónleikin hjá The Dreams. Løgini eru av høgari dygd, og serliga lagið Lost myn pride er øgiliga fangandi.
Í hesum døgum er fyrsta fløgan hjá bólkinum sett í framleiðslu, ætlaði útgávudagurin er 15. oktober. Tað er Tutl, ið gevur fløguna út. Jónas Bloch Danielsen hevur staðið fyri upptøkunum í Skýrák upptøkuhølunum og Jón McBirnie hevur ljóðblandað.
Fløgan hevur 11 løg, tekstirnir eru allir á enskum, og 9 av teimum eru um kærleika í flest øllum førum, um ólukkuligan kærleika, tí er heitið Falling in love sera passandi.