Konfliktpunktið hjá Landsverki

Kristian Stórhamar, Trongisvágur

I eini tíðindasending í ÚF herfyri úttalaði landsverkfrøðingurin seg um verkætlanina “Skálafjaðratunnulin”, har hann segði seg ikki kunna viðmæla at rundkoyring verður gjørd, “tí tað ikki er heppi at hava konfliktpunt, har møguleiki er at rena á hvønn annan, harumframt er vandi fyri, at man skapar køir, tá mest ferðsla er” og at hettar er í móti teimum normum ið landsverk arbeiðir eftir.
Tað, ið landsverkfrøðingurin førir fram, er ein fullkomin andsøgn, við tað sum landsverk hevur praktiserað á ferjuleguni á Krambatanga á Trongisvágsfirði.
Her hevur landsverk tilrættalagt verulig “konflikt punkt”, við tað at ferðafólk skulu tvørtur um koyribreytina fyri at koma til bussar og bilar. Ásannandi tað at bilar og fólk koma við somu ferju og koma samstundis í land, fær man køir, ið gera dupulta portrið á Smyrli meinigsleyst. Man kann undrast á, at tað er sami landstýrimaður, ið hevði ábyrgdina av bæði bílegging av Smyrli og byggjan av ferjuleguni.
Hesin vandin á ferjuleguni hevur verið umrøddur í bløðunum fyrr, har víst hevur verið á, at vegurin sjálvsagt skuldi gingið undir bakkanum heilt út á endan á ferjuleguni!
Fyri at hjálpa um trygdina hevur landsverk gjørt bungur á koyribreytina, umframt at seta eina rúgvu av prestum upp, so ferjulegan nú mest líkist einum pinnsvíni.
Hvussu ber tað til, at ein so tápulig strukturering, ið hvørki er praktisk ella trygdarliga forsvarlig av eini ferjulegu, ikki verður steðga á skrivaraborinum?
Hví verður vegurin ikki fluttur niðan undir bakkan?
Hvar er Ferðslutrygd er hesum málið, hví vísa teir ikki á vandan, tá landsverk ikki sær hann? Bíða teir eisini eftir, at ein ólukka skal henda fyrst?