Konfirmantar frá 1953 hittust

12. apríl 1953 vóru 34 børn fermd í Havnar kirkju. Fimmti ár aftaná, 12 apríl 2003, hittust 13 av teimum til eina hugnaliga løtu í somu kirkju, har Sverri Steinhólm prestur helt guðstænastuna við altargongd fyri teimum. Aftaná fóru tey oman á Hotel Hafnia, har tey fingu ein góðan bita og hugnaðu sær við práti og sangi restina av kvøldinum. Konfirmantarnir takka Sverra Steinhólm fyri at hann hóast konfirmatión næsta dag, tók sær stundir til at koma í kirkjuna við teimum og á hendan hátt gjørdi dagin til nakað heilt serligt. Eisini skulu kirkjutænararnir hava eina stóra tøkk og tað sama starvsfólkini á Hotel Hafnia fyri góða móttøku.

Aftast f.v.: Norman Tom Egholm, Tórshavn, Hjørleiv Poulsen, Hestur, Andreas Ziska, Tórshavn, Albert Hansen, Tórshavn.
Mittasta rað f.v.: Fanny Karbech Mouritsen, Tórshavn, Marjun Niclasen, Tórshavn, Tórbjørg Rubeksen, Tórshavn, Ragnheiður Petersen, Tórshavn, Dagny Nielsen, Nólsoy.
Fremst f.v.: Andrea Nicolina Jakobsen, Tórshavn, Sunneva Lindenskov, Tórshavn, Oddvør Jovina Herdis Petersen, Argir, Hallgerð Dalsgarð, Argir.

Tey, ið ikki kundu vera við, eru: Eina Dam, Tórshavn, Liss Sivertsen, Tórshavn, Riborg Simonsen, Tórshavn, Erla Kirsten Viberg Olsen, Tórshavn, Sanna Jacobsen, Tórshavn, Sigrid Elisabeth Dalsgaard, Tórshavn, Sonja Clementsen, Tórshavn, Gunnvør Hammersheimb Christiansen, Tórshavn, Marjun Vilhelmsen, Tórshavn, Amalia Malena Olsen, Nólsoy, Sigga Caroline Johansen, Tórshavn, Andreas Joensen, Tórshavn, Tórur Grønborg Holm, Tórshavn, Jørgen Frands Heinesen, Tórshavn.

Tey, ið ikki eru okkara millum meira, eru:
Niclas Jacob Hansen, Tórshavn, Christian Sigmundur Djurhuus, Hvítanes, Arnold Karbech Mouritsen, Tórshavn, Eivind Vøgg Guttesen, Tórshavn, Egin Wenningsted Jacobsen, Tórshavn, Marita Holm, Argir, Olina Marie Niclasen, Tórshavn.