Konfirmantar 5. oktober 1919

Her er ein mynd av konfirmantum í Havnar kirkju 5. oktober 1919. Vit hava øll nøvnini men kenna ikki allar persónarnar á myndini. Vónandi kann onkur av lesarum okkara hjálpa til við at fáa nøvnini upp á pláss.

Aftasta rað f.v.: Anna Sofía Hansen, Súsanna Malena Arge (Argir), ókend, ókend.

Næstaftasta rað f.v.: Ókend, ókend, ókend, ókend, Camilla Fosaa, Petrina Reinert (Kaldbak), ókend, ókend, ókend, ókend.

Næstfremsta rað f.v.: Ókendur, Jenny W. Rein, ókend, ókend, Maria (Mia) Vang (Kaldbak), ókend, Ada Rasmussen, ókend.

Fremsta rað f.v.: Ókendur, ókendur, ókendur, Petur H. Hansen, Erland Olsen, Sigmund Danielsen (Nólsoy), Jacob Jacobsen (Í Stórustovu), Hjalmar Jacobsen (Nólsoy), Sverri E. Patursson, ókendur, Niels Jóhs. Joensen, Axel Joensen (Nólsoy) og Majnard Vang (Kaldbak).

Sum tað sæst eru tað 14 dreingir á myndini, men 16 vórðu konfirmeraðir tann dagin. Nøvnini á bert 9 av teimum eru komin uppá pláss. Tey nøvnini sum vanta eru: Carl Chr. Jensen, Poul Steingrim Fosaa, Chr. Peter Hannes Havstein, Arnold Chr. Edv. Djurhuus (Hvítanes), Clement J. H. Clementsen, Einar Jacobsen (Nólsoy) og Anker Fritjof Henriksen.

Gentunøvnini, sum eru komin uppá pláss, eru bert 7, 15 mangla. 22 gentur vórðu konfirmeraðar tann dag og bert 21 eru á myndini. Tær genturnar sum ikki eru navngivnar eru: Eva Svanhilda Mikkelsen, Armgardt Wenningsted, Karin Sofía Jensen, Emmy Bærentsen, Johanna E. S. Lindenskov, Vilborg C. J. Lindenskov, Hansa Hansen, Marianna P. Jacobsen (Hvítanes), Borghild Hansen, Christina E. O. Mortensen (Argir), Herdis Mikkelsen, Elsa Maria S. Joensen (Hvítanes), Oda Jensia Olsen (Nólsoy) og Alma Sofía Hansen.

Vónandi kunnu lesarar okkara hjálpa okkum at fáa tey nøvnini sum mangla upp á pláss. Tey sum kenna fólk á myndini eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á tel. 214647 ella 314647.

Mynd: Føroya Fornminnissavn