Tað stendur, at gentan ovast t.v. er úr Hesti, men tað blivu bert tvær gentur úr Hesti konfirmeraðar til hesa komfirmatiónina, tær vóru: Ellen Marie Sofie Malene Poulsen og Ingibjørg Danielsen. Kanska onkur veit at siga hvør av hesum báðum gentunum talan er um. Onkur meinar at drongurin í føroyskum búna høgrumegin gentuna úr Hesti eitur Ragnar, og er hann úr Koltri. Sambært kirkjubókini er ongin úr Koltri komfirmeraður tann 6. oktober í 1929. Spurningurin er um hesin drongurin er ein annar, ella um hetta er Ragnar, og er skrivaður í kirkjubókina onkra aðra staðni. Um so er, hvussu eitur hann so til eftirnavn?
17 konfirmantar eru á myndini, men komfirmatiónin 6. oktober 1929 er ein av teim størstu í gamlari tíð, ikki minni enn 51 vórðu komfirmeraði hendan sunnudagin. Hví øll ikki eru avmyndaði saman, er ikki gott at vita, men møguliga finnst onkur onnur mynd, har øll eru á. Um so er, hevði tað verið áhugavert at frætt.
Nøvnini á øllum komfirmantunum tann 6. oktober 1929 eru: Anna Cornelia Oddvør Evensen, Jensia Egholm Andreassen, Armgard Egholm Andreassen, Ebba Louise Mohr, Hanna Esta Hansen, Gunnhildur Evensen, Juliane Petersen, Mathilde Sofie Jacobsen, Helene Marie Selma Dam, Turid Waagstein, Aase Finsen, Sara Olivia Pouline Amalie Sofie Rubeksen, Hansine Marie Hansen, Ruth Karen Marie Jacobine Petra Laura Hansen, Martha Elisabeth Hentze, Henny Elisa Sofie Justinusen, Isa Kathrine Næs, Susanne Sibylle Johansen, Astrid Mathilde Dam, Olivia Christiane Højgaard, Johanne Augusta Hansen, Bente Müriel Hessen-Schmidt, Louise Bergitte Susanne Lindenskov allar úr Havn, Borgarhjørtur Patursson (Kirkjubø), Elsebeth Kristine Simonsen (Hoyvík), Ellen Marie Sofie Malene Poulsen (Hestur), Ingibjørg Danielsen (Hestur) og Marie Christine Mortensen (Argir). Dreingirnir vóru: Martin Ove Julius Pedersen, Eyvind Akraberg Hansen, Mourits Agnar Mohr, Sven Skarðhamar, Erling Skarðhamar, Kartni Winther, Hans Jacob Debes, Jens Andreasen, Gotfred Verner Gram, Niels Ricard Joensen, Johannes Svend Petersen, Jens Kári Evensen, Edvard Martin Mortensen, Jens Henry Frits Poulsen, Arne Robert Julian Olsen, Hans Emil Danielsen, Jens Andreas Christian Spliid Dam allir úr Havn, Sigmund Sofus Hoydal (Hoydalar), Hallgrím Johannessen (Hestur), Jens Henrik nybo (Hvítanes), Mikkel Danielsen (Nólsoy), Henrik Michael Thomsen (Nólsoy) og Ludvík Eliesar Anfinn Nicolaj Mohr (Hoyvík). Íalt 28 gentur og 23 dreingir.
Sóknast eftir mynd frá 1930
Er tað nakar sum liggur inni við mynd av komfirmantunum 5. oktober 1930?
Nøvnini á teimum sum blivu fermd í Havnar Kirkju hendan dagin eru: Gunnvør Mouritsen (Havn), Jana Helene Jacobsen (Havn), Dagny Agnathe Niclasen (Havn), Ellen Maurentze Rubeksen (Havn), Alma Caroline Sylvia Jacobsen (Nólsoy), Maren Hjørdis Thomassen (Havn), Lena Nicolajsen (Havn), Ragnhild Olivia Vilhelmsen (Havn), Else Birgitte Debess (Havn), Hanna Betty Jacobsen (Havn), Olevine Elisabeth Debes (Havn), Margrethe Holm (Nólsoy), Nicoline Johanne Joensen (Skopun), Maja Sigrid Natalie Mortensen (Argir), Rosa Jacobsen (Nólsoy), Brynhild Christine Tórsheim (Havn), Bodil Marie Egholm (Havn), Frida Zacharia Sofie Joensen (Argir), Jona Petra Christine Maurentze Hansen (Havn), Anna Poula Rosa Johanne Danielsen (Nólsoy), Gunhild Petrea Egholm (Havn), Petra Beate Marie Susanne Jacobsen (Hvítanes ), Susanne Ritze Højgaard (Havn), Rannvá Óluva Hansen (Havn), Johanne Olsen (Havn), Anna Sofie Nolsøe Frederikke Christiansen (Havn), Ingrid Jona Elvira Mortensen (Argir), Marie Rubeksen (Havn), Áslaug Nielsen (Havn), Johan Christen Johansen (Havn), Meinhardt Frederik Højgaard (Havn), Adler Olsen (Havn), Louis Hammershaimb Christiansen (Havn), Jørgen Eilef Joensen (Havn), Ásbjørn Poulsen (Havn), Poul Joensen (Havn), Peter Eivind Sverre Djurhuus (Hvítanes), Hans Peter Skeel Nolsøe (Kalbak), Pauli Fredag Christiansen (Havn), Simon Poulsen (Havn), Esbern Thomassen (Havn), Adolf Rubeksen (Havn), Anker Thomas Danberg Danielsen (Havn) og Heine Sofus Johansen (Havn).
Um so er at onkur liggur inni við, ella veit um onkran sum hevur mynd av hesari komfirmatiónini, hevði tað verið gleðiligt at frætt frá viðkomandi.
Eisini viðvíkjandi upplýsingum og mynd av konfirmantunum frá 1929.
Vinarliga ringið til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647.