Fyrrverandi italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi er ikki kendur fyri at vanda sær um orðini, og hann fór eftir øllum at døma ov langt, tá hann nú um dagarnar segði, at hann var til reiðar at pakka kuffertið beinanvegin, um hann kundi sleppa at ferðast saman við einari venesuelskari vakurleikadrotning, sum hann hevði sæð í sjónvarpinum. Í gjár svaraði frú Berlussoni aftur. Í einum lesarabrævi í blaðnum La Republica skrivaði hon, at orðini hjá manninum vóru niðrandi fyri seg, og hon kravdi at fáa eina almenna umbering frá manninum.









