Kona Paul Watson teknar nú føroyingar

Ukrainska kona Paul Watson er nú farin at gera skemtitekningar um føroyingar

Seinastu tíðina hevur klaksvíkingurin Jógvan á Høvdanum, yngri, gjørt fleiri skemtitekningar um Paul Watson, konu Watson og Sea Shepherd felagsskapin. Hesar tekningar eru farnar víða á sosialu miðlunum.

Tað hava Watson hjúnini eisini bitið merki í, og nú er kona Paul Watson farin at svara aftur við tekningum um føroyingar og Føroyar.

Yana Rusinovich, sum er ættað úr Ukraina, hevur gjørt nakrar tekningar, sum eisini Paul Watson hevur lagt á sín Facebook vanga.

Omanfyri sæst eina tekningunum hjá Yanu.