Marita á Rógvi
------
– Skal eg skriva, at eg eri »støk« ella »gift«?«
Tvístøðu – tað upplivur Marita Thomsen ferð eftir ferð, tá hon kemur heim til Føroyar við konu sínari Fiorellu Montero. Tær hava kent hvørja aðra í seytjan ár – fimtan sum skrásettir makar. Tær hava bæði búð í Noregi, Danmørk, Peru og London, har tær hava nomið sær útbúgving sum ávíkavist simultan tolkur og fólkalívstónlistafrøðingur. Í løtuni eru tær búsitandi í London, men tær droyma um at flyta til Føroyar. Tær vilja nevniliga halda eitt stórsligið brúdleyp við hvítum kjóla.
– Fiorellu fer eingin at nakrantíð at síggja í hvítum kjóla, sigur Marita skemtandi. Men ferðin mótvegis dreyminum um brúðarklæðini byrjar fyri seytjan árum síðani í norka býnum Flekke.
Gentukærleiki í Flekke
Tá ið Marita hevur staðið 1. s í Hoydølum, fer hon sum seytjan ára gomul til Noregs at gera miðnámskúlan lidnan. Hon skal ganga á einum altjóða miðnámsskúli UWC (United World College), sum hevur tilknýti til Reyða Kross. Hann savnar ungdómar úr øllum heiminum í norsku bygdini, Flekke. Tá Marita setur seg umborð á Atlantsflog, er hon ikki heilt greið yvir, at hon er samkynd.
– Tá ið eg gekk í Hoydølum byrjaði eg at varnast, at eg var samkynd, men eg fall ongantíð fyri nakrari gentu í Føroyum, so eg legði líkasum tankarnar til síðis. Eg visti heldur ikki um onnur samkynd í Føroyum. Freddie Mercury var ein av teimum samkyndu persónunum, eg visti um, sigur Marita flennandi í horninum úr London. Marita og Fiorella hava júst verið í Peru og hildið jól, og tískil er tað umvegis skype, at samrøðan við Maritu fer fram.
Árið 1997 var øðrvísi viðvíkjandi samkyndleika í Føroyum – einki LGBT, eingin felagsskapur, einki tos um rættindi – einki. Tað tóktist, sum var samkyndleiki als ikki til í Føroyum, fortelur Marita. Tískil kundi tað vera trupult fyri ein ørkymlaðan tannáring at koma úr skápinum. Marita tosar tó um tannárini við eina glaðari og ljósari rødd. Hóast hon hevur kent seg eitt sindur øðrvísi vegna sín samkyndleika, hevur hetta als ikki darvað hennara tannár. Fyri hana var tað bara so. Eingin kreppa.
– Tað var ikki fyrenn eg møtti Fiorellu í Flekke, at eg noyddist at taka støðu til tankarnar, men har var einki at ivast í. Eg var forelskað, og tað var tann mest natúrliga kenslan í heiminum, sigur Marita. Tað var tó ikki lætt fyri tær báðar seytjan ára gomlu genturnar at finna saman í parlag.
Trek byrjan
Fyrstu tíðina eru Marita og Fiorella bert vinkonur, hóast Marita skjótt varnast, at hon er forelskað í vinkonuni frá Peru. Men kærleikin hevur tað ikki lætt fyrstu tíðina.
– Tað gekk long tíð, áðren Fiorella viðgekk, at hon var samkynd. Hon er úr Peru, og har eru tey ekstremt konservativ viðvíkjandi samkyndleika. Tað var sjálvandi eitt sindur serligt fyri familju hennara, at Fiorella hevði funnið sær ein maka, sum var ættaður hinumegin heimin. At makin var ein kvinna, gjørdi alt nógv verri. Míni vinfólk og mín familja vóru øgiliga opin okkara parlag, men fyri familjuna hjá Fiorellu var tað torskilt. Tað var tyngjandi fyri hana, at familjan tók frástøðu frá okkara parlagi, sigur Marita. Tær velja tó at viðurkenna kærleikan, og eru alment par í 3.s í Flekke. Tá 3.s er lokin, velja tær báðar at taka parlagið eitt fet víðari. Leiðin gongur til Danmarkar.
”Brúdleyp” nr. 1
Marita og Fiorella eru nú vorðnar 19 ár. Tær standa í býráðshúsinum í sælendska býnum Nykøbing. Her skal hátíðarløtan fara fram. Marita og Fiorella hava valt at ganga saman í skrásett parlag. Tað ber hvørki til at skrásetast í Føroyum ella Peru, og tí er Danmørk einasta landið, sum kann hýsa teirra kærleika. Dagin fyri ”brúdleypið” hugsar Marita, at tær eru ørar í høvdinum. Hvussu kann hetta nakrantíð fara at rigga? Men tá ið hon stendur framman fyri brúð sínari á býráðshúsinum, er hon ikki longur í iva – hetta er tað rætta.
– Tað var ein Las Vegas andi yvir okkara ”brúdleypi”, tí tað var so brátt. Vit vóru langt heimanfrá, og vit høvdu hildið tað loyniligt fyri familju Fiorellu, tí tey ikki høvdu góðtikið hennara samkyndleika. Tey hóttu við at kuta sambandið, inntil hon bleiv »vanlig« aftur. Vit høvdu heldur ikki hvítar kjólar ella ringar. Mín kjóli var grønur, tí vit høvdu hvørki ráð ella stundir at hugsa um tað, ið hoyrir til eitt siðvant brúdleyp, sigur Marita flennandi. Látur hennara strálar gjøgnum hornið. Ein hjartaligur látur. Hon tykist glað, tá hon tosar um ta hátíðarligu løtuna – løtan, tá ið tær gerast ein eind. Láturin verður skeptiskur, tá ið prátið fellur á tann almenna sáttmálan, sum tær skulu skriva undir.
»Skráseta vit eina fyritøku?«
Marita og Fiorella hava kent seg sum hjúnarfelagir, síðan tær alment skrivaðu undir at ganga saman í skrásettum parlagi, hóast tær ikki eru tað sambært lógini.
– Síðan vit giftust tann 8. juni í 1999, havi eg sæð Fiorellu sum konu mína. Hóast lógin sigur nakað annað, hevur eingin ivi verið í mínum heimi.
Marita heldur, at tað kendist løgið at skriva undir almenna sáttmálan fyri skrásett parlag.
– Tá ið borgarstjórin hevur hoyrt tvey greið og týðilig JA, skuldu báðir makarnir skriva undir – partnari 1 og partnari 2. Tað kendist løgið - eins og at skráseta eina nýggja fyritøku, sigur Marita við einum skemtiligum tóna. Tónin gerst álvarsamur, tá ið hon flytir seg yvir í tær tvístøður, sum koma undan, tá ið hon lendir á flogvøllinum í Vágum.
Fráferð til Føroyar
Familja Maritu hevur øll árini sýnt tolsemi mótvegis samkyndleika hennara. Tískil fara Marita og Fiorella ofta til Føroyar at ferðast, til tess at vitja familju og vinir. Sambandið við familju Fiorellu er vorðið nógv betur, og tey góðtaka í dag parlagið millum genturnar, sum nú eru vorðnar kvinnur. Tær hava júst verið í Peru og hildið jól. Føroyar eru, eins og Peru, eitt konservativt land viðvíkjandi rættindum hjá samkyndum. Í tí sambandi koma nógvar óneyðugar tvístøður undan kavi, tá ið fráferðin er mótvegis Føroyum.
– Skal eg skriva, at eg eri støk ella gift, tá ið eg skal fylla út skjøl? Skal eg nýta mína tíð at illskast inn á kommununa ella TAKS fyri at rættvísgera, at eg eri gift, hóast parlagið ikki er galdandi í Føroyum? Ella skal eg bara taka skjótastu og lættastu loysnina og skriva, at eg eri støk og harvið avsanna tann mest umráðandi persónin í mínum lívi? At gera mun á fólki særir bæði fíggjarligt og kensluligt, sigur ein rørd Marita hinumegin hornið í London. Røddin er nú vorðin sárbar. Tað er greitt, at hon hevur hugsað nógv um hesar upplivingarnar. Orsakað av, at Marita og Fiorella eru í samkyndum skrásettum parlagi, hava tær eingi lógarrættindi í Føroyum. Uttan ein mannligan føroyskan hjúnarfelaga, er Fiorella bert eitt ferðafólk. Hon kann tí bert steðga í tríggjar mánaðir í Føroyum, eins og onnur ferðafólk. Eisini eru tær verri skikkaðar fíggjarliga, um tær ikki eru skrásettar sum hjúnarfelagir. Tískil hava tær eitt brennandi ynski um, at Løgtingið fer at samtykkja broytingarnar í hjúnarbandslógini. Ein broyting hevði opnað møguleikarnar hjá Maritu og Fiorellu. Tær droyma um at festa búgv í Føroyum, eins og at halda eitt stórt brúdleyp í røttum Hollywood. Nakað, sum tær ikki høvdu umstøður til, tá ið tær gingu saman í skrásett parlag fyri fimtan árum síðani.
Brúdleyp nr.2?
Marita og Fiorella hava tilvitað bíðað við at broyta teirra skrásetingarskjøl, so tær alment kunnu kalla seg hjúnarfelagar. Tær vóna, at tær kunnu giftast í Føroym, so tær loksins kunnu hýsa tí brúdleypi, sum tær ikki høvdu umstøður til í 1999.
–Tað skal vera við hvítum brúðarkjóla, brúðarbukett, ringum og einari stórari veitslu. Meira sum í ´Hollywood´ og minni sum í ´Las Vegas´ hesuferð, sigur hon grínandi.
Tónin er aftur vorðin lættur, og ein hómar eina vón í London. Hóast hon ikki skilir teir 24 politikkarnar, sum ikki stuðla lógaruppskotinum, viðurkennir hon, at tað verður samtykt, tá ið tíðin er búgvin.
Marita og Fiorella noyðast tískil framvegis at góðtaka, at tær bert eru ferðafólk í eitt avmarkað tíðarskeið, tá tær lenda í Vágum. Tær noyðast at bíða, til tíðin er somikið búgvin, at tær at enda kunnu lata seg í brúðarklæðini og siga JA á øðrum sinni – hesuferð í Føroyum.