Nýbygningar
Tað var myrkt, regnaði illa og var fitt av vindi. Tey, sum ikki høvdu latið seg í eftir veðrinum, fingu karm ? ella noyddust at halda seg í hølunum hjá Tavuni, sum vóru opin til endamálið.
Men hóast vánaligu líkindini, var hýrurin góður, og rættiliga fitt av fólki ? bæði vaksin og børn ? vóru á bryggjuni og tóku ímóti nýggju og stásiligu skipunum, sum eru triðja parið í røðini av sama navni, Stjørnan og Polarhav.
Menninir aftanfyri hesi bæði skipini, Tummas og Osmund Justinussen, høvdu úr at gera við at taka í hondina á fólki, meðan skipini bæði ? fyrst annað og síðan hitt ? stevnu inn í havnina og løgdu trygt til bryggju.
Úr Íslandi
Skrokkarnir eru bygdir í Pólandi. Teir eru sleipaðir til Íslands, har skipini eru smíðaði liðug ? Stjørnan á Hafnarfjørðinum og Polarhav á Akranesi.
Nýggju skipini eru 36,5 metrar long og 8,5 metrar breið. Høvuðsmotorarnir eru slakar 1000 hk. hvør.
Byggikostnaðurin liggur um 29 miljónir krónur fyri hvørt skipið.
Sjey mans verða við hvørjum skipi, harav tann eini verður lærlingur, men tríggjar manningar verða knýttar at skipunum tilsamans.
Skipari á Stjørnuni verður Janus Olsen úr Rytuvík og systkinabarnið, Jørmund Olsen, sum er ættaður úr Rytuvík, men býr í Fuglafirði, verður skipari á Polarhav. Teir hava báðir siglt hjá reiðarínum, Sjóborg í Leirvík, í nógv ár og vóru eisini skiparar umborð á gomlu Stjørnuni og Polarhavi. Triði skiparin, sum fer at skifta millum bæði skipini, verður Jákup Egholm, sum eisini er gamal í reiðarínum.
Seks mans vóru við teimum gomlu skipunum, men tríggjar manningar vóru eisini knýttar at teimum. Tískil verða tríggir mans fleiri knýttir at nýggju skipunum, nevniliga 21 í mun til teir 18, sum vóru við teimum gomlu.
Loysa skjótt
Nýggju skipini verða nú riggaði til fiskiskap, og ætlanin er at loysa sum skjótast, helst einaferð í næstu viku.
Stjørnan og Polarhav fara í fyrsta lagi at fiska upsa, men eins og gomlu skipini, fara tey eisini at fiska gulllaks um summarið.










