- Er tú ikki klárur, verður tú revsaður beinanvegin!
Tað staðfestir Símun Samuelsen eftir ræðuligu byrjanina upp á seinna hálvleik.
Føroyingar høvdu annars leikt ein sera góðan fyrra hálvleik, og tað gav vónir um nakað gott í seinna eisini.??
- Tað átti tað jú at gjørt, men kanska tað líktist Svøríki dystinum ov nógv, so vit hildu, at seinni hálvleikur fór at verða javnur eisini uttan mun til, men innsatsurin má vera til staðar. Men tað var sum konsentratiónin ikki var til staðar fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, og so avgera teir dystin, sigur Símun Samuelsen.??
Beinleiðis mótleikari hjá Símun Samuelsen var Seamus Coleman frá Everton.??
- Hann var rímiliga skjótur og ágangandi spælari. Tað var trupult og eg royndi bara at fáa tað besta burtur úr, sigur Símun Samuelsen.??
Hann heldur tað vera sera harmiligt, at tað skuldi skrædna til endans.??
- Tá vit koma upp á 1-2 eru vit rættiliga væl við, men kreftirnar fóru at ganga undan seinastu 20 minuttirnar, og tað var spell at tað skuldi skrædna til endans, sigur Símun Samuelsen.