Komu ikki fram

Tríggir íslendingar, sum skuldu vera við í Effo Kring Føroyar, komu ongantíð vegin fram, tí veður var ikki hjá flogfarinum at lenda. Gunnlaugur Jonasson, Sigurgeir Agnarsson og Örn Sigurðsson endaðu fríggjakvøldið í Wick, og tá var longu greitt, at teir ikki fóru at fáa fyrsta teinin við, umframt at teir heldur ikki kundu náa at sleppa við til Suðuroyar leygarmorgunin. Tí fóru teir heimaftur.