Kommunuskatturin kvinkar rætta vegin

Í miðal hava kommunurnar tveir teir fyrstu mánaðirnar fingið 2,51 prosent meiri inn í ár sammett við í fjør

Samantaldi kommunuskatturin tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár er 2,51 prosent hægri, enn hann var somu mánaðir í fjør. Hetta svarar til 5,56 milliónir krónur.

Størstu meirinntøkuna eigur Tórshavnar kommuna. Higartil í ár eru runnar 3,11 milliónir krónur fleiri í kassan hjá havnarmonnum enn tveir teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 3,3 prosent.

Tíggju aðrar kommunur hava fingið meiri enn hundrað túsund krónur meiri í fyribils skatti í ár,e nn tær fingu somu mánaðir í fjør:

Viðareiðis 203.000 (+15,89%),

Klaksavíkar 226.000 (+0,98%),

Eystur 367.000 (+4,13%),

Runavíkar 160.000 (+0,89%)

Sjóvar 312.000 (+8,11%)

Vestmanna 107.000 (+1,9%)

Vága 213.000 (+2,32%)

Sørvágs 183.000 (+3,53%)

Sands 137.000 (+7,38%)

Tvøroyrar 379.000 (+4,46%)

 

Í tveimum kommunum er afturgongdin í fyribilsskattinum tveir teir fyrstu mánaðirnar meiri enn hundrað túsund krónur

Sunda -214.000 (-2,81%)

Nes -139.000 (-2,54%)

Felags fyri bæði Sunda og Nes kommunur er, at lutfalsliga afturgongdin var størri í januar, enn hon var í februar. Tað vil við øðrum orðum siga, at gongdin tykist vera, at tølini eru við at rætta seg aftur.